Tematýsdagur

Tematýsdagur um alment dannilsi
13-11-2018
Alment dannilsi: Búgving. Mentaskapur. Siðmenning. Almenning.

Nú elsti mentastovnurin Føroya Landsbókasavn fylti 190 ár, setti Nón sær fyri at kanna, hvat alment dannilsi er.

Hvat er alment dannilsi, hvat inniber tað, hvørji arbeiða við tí, hvønn týdning hevur tað, hví skulu vit hava tað, og er tað framvegis viðkomandi? Og hvussu eitur alment dannilsi á føroyskum.

Rói Patursson, heimspekingur, og Theodor Eli Dam Olsen, prestur, hugleiða um hugtakið, sum teir hava hug at nevna búgving ella mynding.

Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri, nevnir tað mentaskap og umrøður, hvussu tað hevur merkt háskúlan.

Hvør er leikluturin hjá bókasøvnum í einum talgildum heimi, tá tað kemur til alment dannilsi, spyrja vit Erhard Jacobsen, fyrrverandi landsbókavørð, sum nevnir tað búgving.

Hvussu fremur Fólkaskúlin alment dannilsi, spyrja vit Rúnu í Skála, námslektara á Námsvísindadeildini.

Og hevur Glasir framvegis til endamáls at vera siðmennandi, spyrja vit Boga Bech Jensen, sum kallar tað almenning.

Sendingin var send fyrstu ferð 13. novembur, 2018

Tematýsdagur

Vit fara í summar at endursenda Tematýsdagar, sum høvdu í Nón.

Hvat er einsemi, og hvussu ávirkar tað okkum?
26-05-2020
Søgufrøðingar um herseting og krígsminnir. Føroysk krígsbørn. Tónleikur frá krígsárunum
05-05-2020
Nøkur fólk hava ein brennandi áhuga fyri einum ávísum evni. Hvat drívur tey?
26-11-2019
Berlinmúrurin, The Wall við Pink Floyd og Off the wall við Michael Jackson
12-11-2019
Hvat er ein góður vinur, og hvønn týdning hava góðir vinir?
15-10-2019
Hvat er góð, og hvat er minni góð leiðsla. Tað eru høvuðsspurningarnir í hesum tematýsdegi
26-02-2019
Sagt verður frá um upprunan til disco, discomótan, samrøða er við Sister Sledge, vangamynd av Frank Farian, Jákup Magnussen og Finn Jensen hugleiða
12-02-2019
Alment dannilsi: Búgving. Mentaskapur. Siðmenning. Almenning.
13-11-2018
Hvønn týdning hevur ljósa árstíðin, hvussu halda vit røttu summarfrítíðina, og hvør er søgan um summarferiuna?
29-05-2018
Tosað verður m.a. við Yrkisdepilin, Vinnuhúsið, Yrkisrættað Miðnám og lærupláss
20-03-2018
Vit lýsa søguna, mentalu avbjóðingarnar, tónleikin, og lívið umborð og í landi, tá bunkrað varð í New Foundlandi
13-03-2018
Hvat er tað góða lívið og hvussu røkka vit hesum máli?
27-02-2018