Tematýsdagur

Tematýsdagur um leiðslu
26-02-2019
Hvat er góð, og hvat er minni góð leiðsla. Tað eru høvuðsspurningarnir í hesum tematýsdegi

Hvat er leiðsla, og hvussu hevur hugtakið broytt seg gjøgnum tíðirnar. Vit lýsa leiðsluhugtakið søguliga og ástøðiliga saman við Súsonnu Olsen, sum undirvísur í leiðslu á Fróðskaparsetrinum.

Klaksvíkar Sleipistøð hevur ment seg nógv seinastu árini, og stjórin varð valdur ársins leiðari í fjør. Vit skifta orð við Frimodt Rasmussen stjóra.

Hvat vita vit um leiðslu í Føroyum, og hvussu stendur til við leiðslu? Árni Jóhan Petersen, adjunktur, undirvísir í leiðslu og hevur gjørt forkanning um leiðsla á stórum privatum virkjum í Føroyum. 

Kann ein leiðsla vera ónd, rá og kynisk. Tað eru millum spurningarnar, vit seta Einu Andreasen, sum hevur egnu ráðgevingarfyritøku. Eina hevur skrivað diplomuppgávu um, tá leiðsla verður forráað!

Hvør er munurin á at vera leiðari í Føroyum og uttanlands? Vit tosa við Rúnar Reistrup, stjóra í Hey!, sum m.a. hevur verið produktstjóri hjá Vodafone í London. 

Og so spyrja vit fólk á gøtuni í Klaksvík, Gøtu og Havn, hvat er góð leiðsla, og hvat er vánalig leiðsla.

Sendingin var send fyrstu ferð 26. februar, 2019

Hoyr tematýsdagin um leiðslu her.

Tematýsdagur

Vit fara í summar at endursenda Tematýsdagar, sum høvdu í Nón.

Hvat er einsemi, og hvussu ávirkar tað okkum?
26-05-2020
Søgufrøðingar um herseting og krígsminnir. Føroysk krígsbørn. Tónleikur frá krígsárunum
05-05-2020
Nøkur fólk hava ein brennandi áhuga fyri einum ávísum evni. Hvat drívur tey?
26-11-2019
Berlinmúrurin, The Wall við Pink Floyd og Off the wall við Michael Jackson
12-11-2019
Hvat er ein góður vinur, og hvønn týdning hava góðir vinir?
15-10-2019
Hvat er góð, og hvat er minni góð leiðsla. Tað eru høvuðsspurningarnir í hesum tematýsdegi
26-02-2019
Sagt verður frá um upprunan til disco, discomótan, samrøða er við Sister Sledge, vangamynd av Frank Farian, Jákup Magnussen og Finn Jensen hugleiða
12-02-2019
Alment dannilsi: Búgving. Mentaskapur. Siðmenning. Almenning.
13-11-2018
Hvønn týdning hevur ljósa árstíðin, hvussu halda vit røttu summarfrítíðina, og hvør er søgan um summarferiuna?
29-05-2018
Tosað verður m.a. við Yrkisdepilin, Vinnuhúsið, Yrkisrættað Miðnám og lærupláss
20-03-2018
Vit lýsa søguna, mentalu avbjóðingarnar, tónleikin, og lívið umborð og í landi, tá bunkrað varð í New Foundlandi
13-03-2018
Hvat er tað góða lívið og hvussu røkka vit hesum máli?
27-02-2018