- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarkaféin

BankNordik hevur latið 623 listaverk til ein sjálvsognarstovn, sum skal umsita og nøra um savnið. Vit tosa við Árna Ellefsen, bankastjóra, og Helga Fossadal, formann í nýggja BankNordik-savninum. Tvey ummæli eru á skránni. Guðrun Gaard, bókmentafrøðingur, ummælir krimiskaldsøguna Drotningaringurin eftir Jógvan Isaksen. Og Erhard Jacobsen, bókavørður og tónleikakønur, ummælir og lesir essay um Føroysku rokksøguna, haðani vit eisini hoyra nøkur løg. Vit práta við Snorra Brend, sum hevur skrivað nýmótans bygdasøguna um Norðdepil, Hetta er okkara bygd. Á mentanarkaféina eru eisini komnar Olga Biskupstø og Sunneva Gudmundsdóttir Mortensen at práta um matmentan, matoyðsl og slowfood.

Mentanarkaféin
Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir



