- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarkaféin

Á kvinnudegnum 8. marts sendi Mentanarkaféin beinleiðis úr studio 3. Beinleiðis tónleikur, røður, sum vórðu skrivaðar til høvið, samrøður og yrkingar vóru á skránni.
Birgith Lassen tosaði við Barbaru Holm, blaðstjóra á Sosialinum, um umboðan av kvinnum í føroysku tíðindabløðunum. Í eini roynd at skapa eitt yvirlit yvir kynsbýtið í bløðunum, hugdi Barbara Holm eftir nøvnunum á journalistunum. Stakroyndin vísti, at 83% av greinunum vórðu skrivaðar av monnum, og 17% skrivaðar av kvinnum.
"Redaktiónirnar eru næstan bara mannaðar av monnum - og tað ávirkar í stóran mun outputtið", sigur Barbara Holm, sum saknar fleiri kvinnuligar bylines í bløðunum.
Hoyr Barbaru Holm greiða frá, hví tað er týdningarmikið, at kynsbýtið er javnt í miðlunum.
Síggj livestroyming frá kvøldinum her.

Mentanarkaféin
Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir



