Mentanarkaféin

Mentanarcaféin í Spaniastovu í Klaksvík
05-05-2017
Við samrøðum og livandi tónleiki

Hvat hendir í Spaniastovu í summar? Jógvan Andrias Joensen sigur frá og vitjar musikcaféina, meðan Fía Heinesen greiður frá umhvørvisframsýning, hon hevur sett saman í Miðstovuni.
Hóast vøkur, kann hugnaliga føroyska bygdin og føroyska summarið pallseta óhugnaligar hendingar. Og hetta fáa vit staðfest í nýggju føroysku krimiskaldsøguni ?Hevndin úr havsins dýpi?, sum kemur út í næstum. Rithøvundurin Steintór Rasmussen vitjar Mentanarcaféini.
Posthúsið, sum rundar tey fimti í komandi mánað, verður partur av nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, hvørs vinnarauppskot varð avdúkað fyri einum sløkum ári síðani.
Vit fáa vitjan av Signhild Johannesen, forkvinnu í mentanarnevnd Klaksvíkar býráð og í stýrinum fyri mentanarhúsið; Edwardi Fuglø, sum vegna Norðoya Listafelag longu hevur sett skjøtil á Posthúsið sum mentanarhús; eins og vit eisini hava hitt Palla Gregoriussen, ið er arkitekturin, sum teknaði Posthúsið, og Ósbjørn Jacobsen, sum hevur teknað nýggja mentanarhúsið.
Góður arkitekturur ger okkum lívið betur, og vit fara eisini at skifta orð við Ósbjørn um nýggja, spennandi bygningin, sum Bústaðir letur byggja í miðbýnum í Klaksvík.
Í ár eru 40 ár liðin síðani stig vórðu tikin til at Klaksvíkar Sjónleikarfelag varð endurstovnað. Adelborg Linklett og Rudolf Joensen støkka inn á gólvið.
Fleiri sera dugnalig listarfólk hava sínar røtur í Klaksvík, og ein teirra er grafikarin og listarkvinnan Elinborg Lützen, sum livdi frá 1919 til 1995. Og stjórin á Listasavni Føroya ? Nils Ohrt, fer at lýsa Elinborg sum listarkvinnu.
Hvør er søgan um Faktorshúsini, ið standa skamt frá Spaniastovu, og har listarkvinnan Elinborg Lützen eisini hevur búð? Hesar og aðrar spurningar seta vit Andrassi Sólstein, leiðara á Norðoya Fornminnissavni.
Maritimi mentanararvurin fær eisini innivist, tá vit hitta fyrrverandi formannin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum tók stig til at varðveita línuskipið Helenu, eins og Janus á Tjaldrafløtti, sum hevur keypt sær deksbát, ið er javngamal við Titanic, leggur at í Spaniastovu.
Hví er Klaksvík ofta kosin at vera føroyski tónleikahøvuðsstaðurin, og hvat hevur eyðkent tónan úr Klaksvík...
Hesar og aðrar spurningar fara vit, í orðum og tónum, at greina saman við Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingi.
Livandi tónleikur verður eisini á palli, og spennandi og forkunnuga Musikcaféini verður mannað av Jógvani Andriasi Joensen; Jón Mørkøre; Herdis Klein við orkestri; Halli Joensen og hansara fólkum; unga tónleikabólkinum Vinsent; eins og FMA virðislønta troubadourinum Hans Andriasi Jacobsen.

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
31-05-2017
Við samrøðum, práti, livandi tónleiki og væluppløgdum áskoðarum varð vitjað í stásiligu Saltsiluni á Drelnesi
25-05-2017
Vónbjørt Vang útgreinar bøkur til summarlesna, og vit eru á neyvari ferð í føroyska tungmálmsumhvørvinum
17-05-2017
Vit frætta um William Heinesen sum myndlistamann, um Jógvan Hansen og Grøna Herbergið, og Leif Abrahamsen, ið vísir á maritima mentanararvin
10-05-2017
Við samrøðum og livandi tónleiki
05-05-2017
Vit vitja í atelierinum hjá Tróndi og Brandi Patursson, tosa við Jákup R. Hansen um Luther, og hitta nýggja leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
28-04-2017
Í gjónnið í Elduvík hitta vit Rúna og Susanne Brattaberg, vit ummæla kirkjuhúsið í Hvannasundi, hitta Arnold Vegghamar, og skifta orð um kirkjulist
12-04-2017
Vit tosa við Beinir Bergsson, ummæla High School Musical 2, fregnast um film hjá Havnar Sjónleikarfelag, og fáa innlit í list Thomas Arge
06-04-2017
Við livandi tónleiki, gestum, frásøgnum, og áskoðarum
31-03-2017
5,5 stjørnur frá Rudolfi Joensen og Birnu Heinesen til Verjurøða holubúgvans
24-03-2017
Samrøða við Martin Røen framleiðara hjá DR um verkætlanina, At the Heart of a Selkie, við Eivør og DR Big Band
17-03-2017
Í Mentanarkaféini hesuferð hitta vit Kim Simonsen, ið er yrkjari og bókmentafrøðingur
15-03-2017