Mentanarkaféin

Systkin vunnu leikritakapping kringvarpsins
31-05-2017
Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn

Hýrurin var góður í Studio 5, tá vinnararnir av leikritakapping kringvarpsins vórðu avdúkaðir beinleiðis í Mentanarcaféini í kvøld. Súsanna Tórgarð fekk 1. virðisløn fyri útvarpsleikritið Mynd í óðnarveðri, meðan Hans Tórgarð fekk 2. virðisløn fyri útvarpsleikritið Norðureftir.
Útvarpsleikurin Mynd í óðnarveðri verður frumsendir í útvarpi kringvarpsins í heyst.
Mentanarnáttina fer Tórshavnar Big Band á pallin saman við einum fjølbroyttum útvali av føroyskum sangarum. Og sangskráin fevnir um føroyska tónleikasøgu farnu 60 árini.
Norðurbryggjan er eitt spennandi mentanarhús á havnalagnum í Keypmannahavn, ið er staðsett skamt frá Operahúsinum. Elin í Stórustovu hevur hitt stjóran Karin Elspudóttir á Norðurbryggjuni.
Tú kanst hoyra Mentanarcaféina her!

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Barbara Holm hyggur í dagsins Dimmu og dagsins Sosial - og hon saknar kvinnunøvn omanfyri greinarnar.
10-03-2017
Myrkar kvinnur í Føroyum verða viðfarnar, sum tær eru til keyps, sigur Jannie í Skálum, sum er hálvt afrikonsk
10-03-2017
Um matlist og matmentan
01-03-2017
Bókaummæli, Damudomi og Steinprent er á Mentanarkaféini hesa ferð
23-02-2017
Tónleikurin í Kringvarpinum, Filmsfestivalurin Tóff, Steinprent og føroyskur mentanarpolitikkur eru evnini í Mentanarkaféini hesa ferð
09-02-2017
Mentanarkaféin ummælir sjónleikin Elektra, vitjað verður á framsýning hjá Beintu av Reyni og autofiktión verður lýst
02-02-2017
BankNordik-savnið, tvey bókaummæli, matmentan og matoyðsl, søgan um Norðdepil og góður tónleikur
19-01-2017
35 ára dagurin hjá LISA verður hildin nú leygardagin í Bartskerstovu
12-01-2017
"Baalet" var skaldsøguhandrit, sum William Heinesen skrivaði 1936. Bókmentafrøðingurin Bergur Rønne Moberg hevur lisið og granskað handritið
12-01-2017
Um vikuskiftið tók Eivør Pálsdóttir upp konsertfløtu í Sjónleikarhúsinum. Mentanarkaféin var á staðnum
12-01-2017
Føroya Symfoniorkestur fór undir nýggja leikárið við Nýggjárskonsertini tann 7. januar. Eirikur Skála og Ólavur Jakobsen ummæla
12-01-2017
Nýggjárkonsertin verður ummæld, eitt endurfunnið handrit hjá William Heinesen verður umrøtt, Eivør upptekur konsertfløgu og LISA fyllir 35.
12-01-2017