Mentanarkaféin

Systkin vunnu leikritakapping kringvarpsins
31-05-2017
Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn

Hýrurin var góður í Studio 5, tá vinnararnir av leikritakapping kringvarpsins vórðu avdúkaðir beinleiðis í Mentanarcaféini í kvøld. Súsanna Tórgarð fekk 1. virðisløn fyri útvarpsleikritið Mynd í óðnarveðri, meðan Hans Tórgarð fekk 2. virðisløn fyri útvarpsleikritið Norðureftir.
Útvarpsleikurin Mynd í óðnarveðri verður frumsendir í útvarpi kringvarpsins í heyst.
Mentanarnáttina fer Tórshavnar Big Band á pallin saman við einum fjølbroyttum útvali av føroyskum sangarum. Og sangskráin fevnir um føroyska tónleikasøgu farnu 60 árini.
Norðurbryggjan er eitt spennandi mentanarhús á havnalagnum í Keypmannahavn, ið er staðsett skamt frá Operahúsinum. Elin í Stórustovu hevur hitt stjóran Karin Elspudóttir á Norðurbryggjuni.
Tú kanst hoyra Mentanarcaféina her!

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Yrkisbøkur um sjógarpar, Geytafilmsvirðilønin, bókaummæli, Myndaódnin og nýtýdd klassisk yrking í ársins seinastu café.
15-12-2016
Tað er boðskapurin í røðu, sum rithøvundurin Carl Jóhan Jensen helt á Bókadøgunum herfyri. Røðuna fáa vit nú í fullari longd úr Brússel
08-12-2016
Frammi í Dal í Kollafirði hitti Sissal Kampmann Dylan-nørdarnar Meinhard og Knút á forvitnisligum Dylan-treffi
08-12-2016
Skráin var ógvuliga fjølbroytt hesa ferð. Bókaummæli, reportasja, klumma og annað
08-12-2016
Bókmentirnar vóru væl umboðarar í Mentanarcaféini hesa ferð. Tvey ummæli, eitt viðtali, og ein gestarithøvundur
01-12-2016
Trinni evni eru í hesari Mentanarcaféini: bókadagar, listaframsýning og ummæli av sangleiki
24-11-2016
Hetta sigur listakvinnan Hansina Iversen, sum hevur framsýning í Leikalund í hesum døgum
24-11-2016
"Bommhjarta" er heitið á nýggju skaldsøguni hjá Jóanesi Nielsen. Hon er framhald av seinastu skaldsøguni, "Brahmadellarnir"
17-11-2016
Nýggj skaldsøga og nýtt yrkingasavn og norðurlendskir vinnarar til umrøðu. Mest bókmentir og eitt sindur um film á hesum sinni
17-11-2016
Nýggj skaldsøga, tema um mentan í Suðuroy, og Óla Hans í orðum og tónum.
10-11-2016
Kjak um listapolitikk, Løgstrup á føroyskum og Regin Guttesen og 200 við nýggjum útgávum
03-11-2016
Norðurlendskur tjóðsangur, veteranur fær M.A. Jacobsen, LISA umrøður listastuðul, og Steintór debuterar sum krimihøvundur
28-10-2016