Mjølnir fekk uppreisn eftir FM-finalutap

Mjølnir fekk uppreisn eftir FM-finalutap
TB knógvaði Fleyr í aðrari hálvfinaluni í steypakappingini í flogbólti hjá kvinnum, meðan stóruppgerð var í hinari, har Mjølnir fekk uppreisn ímóti SÍ eftir FM-finalutap
20.04.2026 - 17:35

Kvinnurnar hjá Mjølni fingu uppreisn fyri FM-finalutapini, tá tær vunnu 3-0 á SÍ í hálvfinaluni í steypakappingini leygardagin.

Munurin millum liðini er ikki so stórur, men tá settini skulu avgerast eru klaksvíkingar hvassari.

Teir vanliga so treisku sørvingarnir royna tað, teir kunnu, men norðingarnir halda fast, vinna øll trý settini rímiliga sannførandi og fara í finaluna.

Mjølnir - SÍ, 3-0 (25-22 25-19 25-21)

 

Í hinari hálvfinaluni eydnaðist TB at vinna á Fleyr.

Havnarliðið fór avstað við spennandi fyrsta settinum, sum endaði 27-25 eftir settbólt til TB stutt frammanundan.

Síðan skiftast liðini um at vinna stórt. TB javnar til 1-1, Fleyr spælir seg framum aftur, áðrenn suðuroyingarnir aftur javna í fjórða setti.

So skal javnbrótari til, og tá er TB ruddiliga við yvirlutan og vinnur 15-11.

TB - Fleyr, 3-2 (25-27 25-11 16-25 25-18 15-11)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV