Gullsamrøðurnar: Gylta, Turið og Bjarta fegnast um meistaraheitið

Gullsamrøðurnar: Gylta, Turið og Bjarta fegnast um meistaraheitið
Ein fær ikki nóg mikið, ein gevst at spæla hondbólt og ein fer úr barndómsfelagnum at royna eydnuna uttanlands. Felags fyri tær allar er, at tær eru ovurfegnar um FM-heitið
07.05.2026 - 16:19

 - Eg havi tað heilt fantastiskt. Tað hevur verið eitt øgiliga hart og trupult kappingarár. Mega stuttligt, og eg eri ræðuliga glað fyri at enda tað við at rudda borðið, segði Gylta D. á Neystabø eftir at Kyndil hevði tryggjað sær føroyameistaraheitið í Vestmanna mikukvøldið.

30-28 sigurin í fjórðu finaluni gav Kyndli sítt 10. FM-gull samanlagt, og greipan staðfestir, at talan hevur verið um sannan gullaldur hjá teimum grønu. 

 - Ein heilt ótrúliga stór gleði og lætti. Hetta hava verið nakrar sera intensar vikur, síðan endaspælið fór í gongd, og at kunna enda á so góðan hátt er heilt fantastiskt, segði Turið Arge Samuelsen, sum telist millum ímyndirnar av sterka kyndilsliðnum saman við Báru Krossteig Hansen og Bjartu Osberg Johansen, sum kann takka fyri seg við gullinum um hálsin, júst sum hon hevði vónað.

  - Kensuborið, kann eg siga tað. Hetta er heilt fantastiskt. Ein góður máti at enda upp á, staðfesti stinni strikuspælarin.

Sí samrøðurnar við tær tríggjar omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680