Hantavirus smittar millum fólk

Hantavirus smittar millum fólk
Smittan við hantavirus umborð á ferðamannaskipinum Hondius stavar mest sannlíkt frá einum lítlum býi í Argentina
07.05.2026 - 19:32

Ferðamannaskipið Hondius út fyri Cap Verde oyggjunum, har tað hevur ligið í fleiri dagar. Nú skal skipið vera á veg til Kanarisku Oyggjarnar.

Orsøkin er hantavirus, sum hevur smittað átta fólk umborð og av hesum eru trý fólk deyð. Skipið var á veg til fleiri smáar óbygdar oyggjar í Suðuratlantshavi á veg til Suðurpólin. Skipið fór úr Argentina 1. apríl, men so gjørdust fólk sjúk - og tíggju dagar seinni doyði fyrsta ferðafólkið.

Nú eru tey sjúku flutt av skipinum og her fara tey við flogfari avstað til sjúkrahús í Hollandi, har tey fáa viðgerð.

Í Argentina hava tey kanna hantavirus nærri og staðfest eitt serlig slag av hantavirus, sum hevur fingið navnið Andes-frábrigdið - og tað vísir seg at smitta millum fólk.

Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at Argentina er tað landið í heiminum, sum er mest fongt við hantavirus. Alt meira óstøðugt veður við longum tíðarskeiðum við skerpingi og síðan glopraregni er ein høvuðsorsøk,  tí millum annað rottur mugu leita sær nýggj støð at finna sær føði og soleiði spjaða smittuna.

Síðan juni mánað í fjør eru dupult so nógv vorðin sjúk í Argentina av hantavirus og 1/3 av teimum smittaðu eru deyð.

Tað er helst her í býnum Ushuaia, at tey ferðandi umborð á Hondius eru vorðin smittaði. Tey høvdu verið og hugt eftir fuglum, og helst er tað har smittan hevur rakt tey. Og tey hava so smittað onnur umborð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Fríggjadag 12. juni
Morgunlestur fríggjadagur 12.juni 2026
209284
Hósdag 11. juni
RagnarRokk 11. juni 2026
209276
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493