Úr bestu donsku deildini til Eiðis: - Vit leitaðu eftir einum ævintýri

Úr bestu donsku deildini til Eiðis: - Vit leitaðu eftir einum ævintýri
Maria Fisker hevur spælt 100 landsdystir fyri Danmark og spældi saman við Janu Mittún í Viborg síðsta kappingarár, men nú kemur hon til Eiðis saman við familjuni
Viborg HK
Maria Fisker Stokholm hevur spælt í Viborg í fleiri umførum, seinast síðan 2019, og hevur verið liðfelagi hjá Janu Mittún
09.06.2026 - 11:20

Hon hevur spælt 100 hondbóltslandsdystir fyri Danmark og hevur umboða Randers HK, Viborg HK og CSM Bucuresti frá 2004 til 2026, men nú skal Maria Fisker Stokholm vera venjari á Eiði.

 - Eg var til reiðar at gevast á hægsta yrkisstigi í Danmark, men eg vildi eisini geva mær sjálvari eina avbjóðing og leitaði eftir einum ævintýri fyri familjuna, segði Maria Fisker Stokholm, tá hon vitjaði á Eiði, í samband við at nýggja EB-húsið lat upp um vikuskiftið.

Danski vongurin skal vera spælandi hjálparvenjari hjá kvinnunum í EB næsta ár, og venja nøkur av ungdómsliðunum, men við sínum royndum hevur hon nógv at bjóða øllum felagnum, heldur forkvinnan Sunnuvá Vesturdal.

 - Hon kann koma við einum øðrvísi hugburði, nú hon hevur verið yrkisspælari í so nógv ár. Hon kann broyta hugburð til venjing, hvussu tú møtir upp til tíðina, sum føroyingar kanska hava eitt sindur ilt við, hvussu stóran týdning kroppslig venjing hevur og matur, svøvnur og ymiskt annað, segði Sunnuvá Vesturdal.

Maria Fisker Stokholm takkaði fyri seg í Viborg, har hon hevur spælt saman við føroyska landsliðsspælaranum Janu Mittún síðstu árini, fyri kortum, og nú er hon til reiðar at fara til verka hjá EB.

 - Eg vænti, at eg kann byggja ein struktur upp og brúka mínar royndir frá egnari yrkisleið og inspirera tær ungu genturnar í felagnum til at trúgva upp á seg sjálvar. Og so sjálvandi at flyta tær fram ítróttaliga, segði Maria Fisker Stokholm.

 

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815