Einki bendir á ítøkiliga hóttan móti Føroyum

Einki bendir á ítøkiliga hóttan móti Føroyum
Russisku álopini á NATO- og ES-lond eru vorðin ógvusligari. Danmark og Týskland ákæra Russland fyri álop og sabotaguætlanir, men í Føroyum er vandin enn ikki ítøkiligur.
03.09.2026 - 20:36

Russiskt virksemi í NATO- og ES-londum er vorðið álvarsamari.

Danmark og Týskland hava seinastu dagarnar ákært Russland fyri álop og ætlanir um sabotasju.

Í Danmark hevur PET avdúkað ítøkiligar russiskar ætlanir um sabotasju móti fyritøkum innan verjuídnaðin. Samstundis hava týskir myndugleikar sett Russland í samband við eina miseydnaða dronuatsókn í Týsklandi.

Hóast gongdina í Evropa er eingin orsøk til at halda, at hóttanin móti Føroyum er vaksin. Føroyskir myndugleikar og løgreglan fylgja tó støðuni tætt, sigur Michael Boolsen, fúti.

Tór Marni Weihe, serkønur í russiskum viðurskiftum, metir somuleiðis, at hóttanin móti Føroyum ikki er vorðin størri, men at hendingarnar seinastu tíðina vísa, at stríðið millum Russland og NATO er harðnað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342