Poul Kallsberg er í toppformi

Poul Kallsberg er í toppformi
Vongurin gleðist um, at hann loksins fekk sín fyrsta dyst frá byrjan á landsliðnum fríggjakvøldið, og skal hann siga tað sjálvur, so peikar formurin beint uppeftir
05.10.2026 - 16:06

Poul Kallsberg var fyri fyrstu ferð at síggja í liðuppstillingini hjá landsliðnum fríggjakvøldið móti Slovakia.

Tað bleiv til 55 minuttir í minniliga 1-1 javnleikinum á Tórsvølli hjá fyrrverandi Víkinga-spælaranum, sum nú spælir í donskum fótbólti.

- Tað var heilt ófatiliga stuttligt, sigur Poul Kallsberg.

Høgri vongurin hevur glett seg at byrja inni, og at fáa møguleikan á heimavølli, gjørdi tað bara eyka stuttligt.

23 ára gamli Hillerød-spælarin vil ikki avdúka, um hann aftur fær kjansin frá byrjan móti Kasakstan í morgin.

- Vit hava fingið onkur boð, men tað er einki, sum er 100 prosent sikkurt enn.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928