Vilja yvirtaka Norðurlandahúsið

Vilja yvirtaka Norðurlandahúsið
Uppskotið hjá Miðflokkinum fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag
Tvey uppskot til samtyktar hjá Miðflokkinum fáa fyrstu viðgerð í tinginum i dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.09.2023 - 08:40

Seinnapartin fæst at vita, hvussu áhugin er í løgtinginum fyri at yvirtaka Norðurlandahúsið.

Uppskot til samtyktar hjá Miðflokkinum um at yvirtaka Norðurlandahúsið er á skránni fyri tingfundin í dag.

Eitt annað uppskot hjá flokkinum er eisini á skránni. Flokkurin vil hava landsstýrið at kanna fyrimunir og vansar við at staðseta sendistovu Føroya í Ísrael í Jerusalem.

 

Fyrsti skrivligi fyrispurningurin

Tingið fer í dag eisini at atkvøða um fyrsta skrivliga fyrispurning í hesari tingsetuni.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr enn einaferð Høgna Hoydal, landsstýrismann, hvat hann hevur gjørt fyri at fáa gongd á oljuleiting í føroyska økinum.

Hon spurdi um tað sama í februar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928