Føroyar í kalda krígnum

Hervald í hálva øld (2:3)
14-05-2021
Í 2009 var greitt, at Føroyar fóru at fáa ein størri strategiskan týdning

Tí hildu bæði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Høgni Hoydal, fólkatingslimur, at Føroyar skuldu hava ein meiri virknan leiklut í trygdarpolitiskum høpi.

Tað sama helt Thorvald Stoltenberg, fyrrverandi norskur uttanríkisráðharri, sum júst tá hevði gjørt eina norðurlendska frágreiðing um trygdarpolitikk í Norðurhøvum.

Um hetta mundið var Sámal Tróndur Finsson Johansen eisini komin fram á ymisk skjøl, sum hann greiðir frá í sendingini.

Føroyar í kalda krígnum

Um hernaðarmálið, løgtingssamtyktir, Mjørkadal og hermenn í føroyska samfelagnum.

Nú radaramálið aftur er aktuelt, sendir Kringvarpið tær sendingar, vit hava um hernaðarmálið.

Hernaðarsamtyktin í 2004 gevur Føroya rætt til innlit og kunning.
15-07-2021
Mjørkadalur, fólk og hernaður. Sætta sendingin um Mjørkadals, mjørkadalsmenn og hernaðarmálið.
08-07-2021
Mjørkadalur, fólk og hernaður - Russaraótti og friðargongur - 5. sending
06-07-2021
4. sendingin um Mjørkadal og hernaðarmálið. Tann 7. sendingin um Føroyar í Kalda krígnum, sum KvF varpar ljósið á.
28-06-2021
Triðja sending í eini røð um hernaðarmálið og Mjørkadal.
16-06-2021
Mjørkadalur - NATO byggir í Mjørkadali - 2. sending - Elin Winther Poulsen ltr
09-06-2021
Mjørkadalur - 1. Pálmasunnudagur 1959 - 1. sending - Elin Winther Poulsen ltr
02-06-2021
Sending um eina ætlan hjá NATO at gera eina samskiftisstøð á Eiði, sum kundi samskifta við skip, flogfør og land
24-05-2021
Í 2009 var greitt, at Føroyar fóru at fáa ein størri strategiskan týdning
14-05-2021
Bæði Christian Djurhuus og Petur Mohr Dam fingu kunning um ætlanina hjá NATO
13-05-2021