- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavsøka í Studio 4

Tað er einaferð um árið og við hesum orðum eru vit aftur við ólavsøkuútvarpi í Studio 4 2024!
Í næsta parti av Ólavsøku í Studio 4 fara Anna og Milia oman í Sjónleikarhúsið at síggja Ólavsøkukabarettina 2024 (og 2023). Síðani fara tær ein túr heim til Katrinu í Geil at tosa um føroysk klæðir og hvussu hátturin vit síggja føroysk klæðir hevur broytt seg gjøgnum tíðina. Aftaná at hava tosað við Katrinu, fara tær báðar oman í miðbýin aftur at ummæla ræstkjøtaburgarin, ið tær hava hoyrt so nógv um. At enda tosa tær við fólk um teirra føroysk klæðir og hví tey hava valt at samanseta búnan sum tey hava.
Vertir eru Anna Joensen-Næs og Milia Egilsnes Anda.

Ólavsøka í Studio 4
Beinleiðis sending úr Studio 4 við tónleiki og práti.