- Tíðindi, mentan og ítróttur
E elski Førjar
Alt er, sum tað plagar í Keypmannahavn. Søs liggur á sofuni, Pernille borðreiðir við onkrum leskiligum til góman, tí nú er Matador á skránni. Alt er við tað gamla, og tí er Haraldur ikki at síggja í sofuni. Hann droymir seg heldur burtur – til klettarnar í Føroyum.
Kjartan fer ein túr í handilin, har hann kemur í eina ósemju við krambafrúuna.
Olgar hevur eitt globaliserað prát við Jakobinu, sum júst er komin aftur úr Frankaríki. Hon kennir seg nú kunna samanberast við tey heilt stóru: Paul McCartney, David Beckham, Elvis Presley – og ikki minst løgmann!
Men Mariu, hana fært tú ikki heilt upp at flákra.
Og sjálvandi eru eisini nógvar aðrar góðar og skemtiligar søgur á skránni.

E elski Førjar
Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum, sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille, og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekkru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi og mong, mong onnur. Væntandi fara tey flestu at kenna seg aftur í onkrum av hesum persónum, sum so ella so mynda Føroyar anno 2008.





