- Tíðindi, mentan og ítróttur
E elski Førjar
Alt er ikki, sum tað plagar í Keypmannahavn. Søs hevur fingið mannfólkavitjan, og Haraldur er ovurfegin um at hava fingið ein mann í húsið. Kanska kemur hann við á flot ein dag?
Reportarin Olgar hevur eina samrøðu við tann globaliseraða føroyingin, sum var orsøkin til, at Liverpool gjørdust meistarar.
Niels fer til handils og fær eitt gott prát við krambúðargentuna.
Remi og Rosely hava stórar ætlanir um at branda Føroyar í globaliseringini.
Og sjálvandi eru eisini nógvar aðrar góðar og skemtiligar søgur á skránni.

E elski Førjar
Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum, sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille, og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekkru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi og mong, mong onnur. Væntandi fara tey flestu at kenna seg aftur í onkrum av hesum persónum, sum so ella so mynda Føroyar anno 2008.





