- Tíðindi, mentan og ítróttur
E elski Førjar
Alt er, sum tað plagar í Keypmannahavn. Tað er ein fagur morgun, og familjan skal hava morgunbreyð. Men tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar, tá tað skal gerast á donskum.
Sofus fer inn í bankan og frættir, at fólk veksla føroyskar seðlar til danskar. Tað vekir tjóðskaparkensluna.
Vit fara inn í skúrin at egna, og tað er so obvious, at Kjartan hevur møtt einum við einum innara gjeikara, sum vil út at dansa.
Kennir tú til at vera ov "lekkir"?
Og sjálvandi eru eisini nógvar aðrar góðar og skemtiligar søgur á skránni.

E elski Førjar
Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum, sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille, og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekkru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi og mong, mong onnur. Væntandi fara tey flestu at kenna seg aftur í onkrum av hesum persónum, sum so ella so mynda Føroyar anno 2008.





