E elski Førjar

E elski Førjar 4
17-12-2024

Alt er, sum tað plagar í Keypmannahavn. Yvonne mostir hevur føðingardag, og tá skal syngjast. Men tey eru ikki heilt samd um, hvussu tað skal gerast. 

Adidas verður umrøtt í globaliseringini, tí nú er eitt heimsmet sligið. Sum so ofta, tá slíkt hendir, er onkur føroyingur onkustaðni í leikinum. 

Randi setur tann stóra spurningin: Hví fara føroyingar til Noregs at arbeiða? Eru tað globaliseringsvindarnir, sum gera tað? 

Sofus? Hann er farin á AB-vøllin. 

Og sjálvandi eru eisini nógvar aðrar góðar og skemtiligar søgur á skránni. 

E elski Førjar

Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum, sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille, og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekkru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi og mong, mong onnur. Væntandi fara tey flestu at kenna seg aftur í onkrum av hesum persónum, sum so ella so mynda Føroyar anno 2008.

18-12-2024
17-12-2024
17-12-2024
17-12-2024
17-12-2024
17-12-2024