- Tíðindi, mentan og ítróttur
E elski Førjar
Alt er, sum tað plagar í Keypmannahavn. Søs, Pernille og Haraldur eru farin í tað fína pussið, tí nú skulu tey í føðingardag hjá Yvonne mostur. Og tey koma ikki tómhent, tí tey hava bæði vín og grind við til stóra dagin.
Niels er farin ein túr við súkkluni. Hann skal til handils og práta við ta fittu krambúðargentuna, tí í dag hevur hann føðingardag. Man hon koma við í føðingardag?
Í Gundadali eru ofta nógvir fittir sjeikar, ið sparka fótbólt. Kjartan er í øllum førum farin oman at skora.
Og sjálvandi eru eisini nógvar aðrar góðar og skemtiligar søgur á skránni.

E elski Førjar
Í røðini verður hugt at Føroyum og føroyingum úr einum nakað øðrvísi, og kanska eitt sindur meira skemtiligum, sjónarhorni enn vanligt. Her møta vit tjóðskaparmanninum Haraldi, konuni Pernille, og dóttrini Søs, sum øll búgva í Keypmannahavn. Her er tann illi Sofus, tann einsami Niels, tann samkyndi Kjartan, tey lekkru Remi og Rosely, teir smørtu reportararnir Olgar og Randi og mong, mong onnur. Væntandi fara tey flestu at kenna seg aftur í onkrum av hesum persónum, sum so ella so mynda Føroyar anno 2008.





