- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein søga um 45 ár
7 av 10 føroyingum eru føddir síðani 1948, og hava tí ikki kent til aðra samfelagsskipan enn Heimastýrislógina. 1.apríl kundi føroyska heimastýrið hátíðarhalda 45 ára føðingardag sín - men við nøkrum sera ivasomum metum. Fyri hvønn íbúgva sín skyldar skipanin øðrum 175.000 krónur, og útivið fjórði hvør vinnuførur gongur hendur í lumma. Eftir stívan mansaldur tykist samfelagið at liggja í andaleypi. Í hesum trimum sendingunum verður spurt, hvussu hugaðir føroyingar í veruleikanum hava verið at skipa eitt sjálvstøðugt samfelag. Hví gevur tað føroyska vinnulívið so lítið av sær? Hví skyldar samfelagið so nógvan pening? Og passar tað, at danska ríkið noyðist at hefta fyri hesa skuld aftur fyri at hava givið okkum størri frælsi enn ætlanin var, tá Heimastýrislógin varð smíðað? Í sendingini hitta vit m.o. eldri føroyskar politikkarar Petur Mohr Dam, Jóhan Poulsen, Kristian Djurhuus, Hákun Djurhuus og Erlend Patursson. Vit hitta eisini tríggjar fyrrverandi danskar forsætisráðharrar - Hilmar Baunsgaard, Anker Jørgensen og Poul Schlüter. Tróndur Djurhuus og Carsten M Arnskov gjørdu sendingina

Ein søga um 45 ár
7 av 10 føroyingum eru føddir síðani 1948 og hava tí ikki kent til aðra samfelagsskipan enn Heimastýrislógina. 1. apríl 1993 kundi føroyska heimastýrið hátíðarhalda 45 ára føðingardag sín - men við nøkrum sera ivasomum metum.
Dokumentarrøð frá 1993 í trimum pørtum.
Tróndur Djurhuus og Carsten M. Arnskov gjørdu sendingina.


