- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiskapur í Barentshavinum
Føroyingar og russar liva og arbeiða saman umborð á saltfiskatrolarunum Saidu og Captain Naumov. Hetta eru Nónhamar og gamli Skálaberg, ið nú royna í Barentshavinum undir russiskum flaggi. Reiðaríið Faryba í Havn rekur trolararnar í samstarvi við reiðaríið Murmanrybprom í Murmansk. Tveir skiparar, tveir stýrimenn, tveir maskinmeistarar og tveir kokkar eru við hvørjum skipi.
SvF hevur verið ein túr í Barentshavinum við Saidu og Captain Naumov.
Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina.

Fiskiskapur í Barentshavinum
Vit fylgja saltfiskinum úr Føroyum til matstovurnar í Grikkalandi og Spania.
Sendingin er í fimm pørtum og var fyrstu ferð send í 1996.
Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík gjørdu sendingina.




