- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiskapur í Barentshavinum
Flak til tann kræsna 4:5
07-12-2018
- føroysk sending frá 1996
Fiskurin, ið flakatrolararnir fáa í Barentshavinum, verður seldur á bretska marknaðinum. Á virkinum í Grimsby, ið Faroe Seafood átti, verður ein partur av fiskinum frá Vesturvón virkaður til ta sera kræsnu handilsketuna Marks and Spencer. Men fleiri av keyparunum óttast herferðirnar hjá umhvørvisfelagsskapunum, ið eru serliga sterkir í Bretlandi.
Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina.

Fiskiskapur í Barentshavinum
Vit fylgja saltfiskinum úr Føroyum til matstovurnar í Grikkalandi og Spania.
Sendingin er í fimm pørtum og var fyrstu ferð send í 1996.
Sigmar Bláberg og Bjarnheðin í Hoyvík gjørdu sendingina.




