Kennir tú land títt?

Kennir tú land títt? Sandoy (1:3)
02-05-2020
Kennir tú Sandoy?

Spurnarkappingin um staðarnøvn í Sandoyar sýsla, sum eisini umfatar Skúvoy og Dímun. Spurningarnar hevur Ólavur Clementsen, landmátari, gjørt, og hann er eisini dómari. Luttakarar: Jógvan Joensen, "Jógvan í Oyrargarði", í Dali og Marius Clementsen, "Marius á Klettum", á Sandi. Vertur: Leivur Hansen.

Í steðginum sang ein trio av Sandi, mannað av Fisher Johannesen, Aleks Jespersen og Christian Højsted. Jóhannes Johannesen spælir harmoniku. Teir syngja: Eg elski hitt gamla brimbarda býlið eftir Hans Dalsgaard.

 

Kennir tú land títt?

Spurnarkappingarrøð frá 1990, har luttakararnir skulu gita ymisk staðarnøvn í Føroyum. Ólavur Clementsen, landmálari, hevur gjørt spurningarnar, og hann er eisini dómari. Leivur Hansen er vetur. 

- kennir tú Sandoy?
16-05-2020
- kennir tú Sandoy?
09-05-2020
Kennir tú Sandoy?
02-05-2020
Kennir tú Vágar?
25-04-2020
Kennir tú Vágar?
25-04-2020
Kennir tú Vágar?
10-04-2020
Kennir tú Suðurstreym?
09-04-2020
Kennir tú Suðurstreym?
06-04-2020
Kennir tú Suðurstreym?
21-03-2020