- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kennir tú land títt?
Annað umfar í spurnarkappingini um staðarnøvn í Sandoyar sýslu, sum eisini fevnir um Skúvoynna og Dímun. Kappingina seinast vann Jógvan í Oyrargarði í Dali, og vinnarin her skal møta honum í finaluni. Ólavur Clementsen hevur gjørt spurningarnar, og er hann eisini dómari. Luttakarar: Jógvan Nicodemussen, "Jógvan í Klingruni", á Sandi. Eyðun Viderø, "Eyðun hjá Luther", á Sandi. Vertur: Leivur Hansen.
Í steðginum sang ein trio mannað av: Aleks Jespersen, Christian Højsted, Fisher Johannesen syngja: Meg minnist eina mynd eftir Hans Andreas Djurhuus. Harmonikuundirspæl: Jóhannes Johannesen.

Kennir tú land títt?
Spurnarkappingarrøð frá 1990, har luttakararnir skulu gita ymisk staðarnøvn í Føroyum. Ólavur Clementsen, landmálari, hevur gjørt spurningarnar, og hann er eisini dómari. Leivur Hansen er vetur.








