Krígsdøtur

Krígsdøtur (3:3)
16-11-2017
- eitt 50 ára minni. Føroysk stuttrøð frá 1995

Árini 1942-43 øktist talið av bretskum hermonnum í Føroyum nógv, og eitt skifti vóru teir 7000 í tali. Teir vóru nú úr øllum herdeildum í Bretlandi, og fleiri teirra endaðu vesturi í Vágunum, sum hesi árini hevði eina sanna innrás av bretskum hermonnum.
Í hesi triðju sendingini frá krígnum hitta vit m.a. tvinni hjún, sum hittust vesturi í Vágunum, og eini hjún, sum hittust í Akrbergi undir krígnum. Hesi settu øll búgv í Miðonglandi, tá tey fóru úr Føroyum í 1944-45.

Krígsdøtur

í krígsárunum 1940-45 fluttu einar 170 føroyskar gentur til Bretlands við hermonnum, sum høvdu verið her í longri ella styttri tíðarskeið undir krígnum.
Hermenninir, sum komu til Føroya tvey tey fyrstu krígsárini, vóru allir úr Skotlandi, og tá teir fóru avstað aftur á sumri í 1942, fóru fleiri føroyskar gentur við, og tær búsettust allar í Skotlandi. 

Jógvan Páll Johannesen hevur staðið fyri teknikkinum og lagt til
rættis hava Bergljót D. Hentze og Dagmar Joensen-Næs.

- eitt 50 ára minni. Føroysk stuttrøð frá 1995
16-11-2017
- eitt 50 ára minni. Føroysk stuttrøð frá 1995
16-11-2017
- eitt 50 ára minni. Føroysk stuttrøð frá 1995
16-11-2017