- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krígsdøtur
Føroysku genturnar, sum fóru avstað við skotsku hermonnunum á sumri í 1942, búsettust allar í Skotlandi. 20 teirra settu búgv í Glasgow, og øll hesi árini síðani, tá hava tær verið vinkonur. Í fleiri ár hittust tær fast einaferð um vikuna. Nú eru tær bara tríggjar eftir. Hinar eru antin deyðar ella fluttar burtur. Í hesi aðru sendingini frá krígnum hitta vit m.a.
Selmu MacPhee, fødd Haraldsen úr Fuglafirði og Dagny Young úr Funningsstovu í Havn.

Krígsdøtur
í krígsárunum 1940-45 fluttu einar 170 føroyskar gentur til Bretlands við hermonnum, sum høvdu verið her í longri ella styttri tíðarskeið undir krígnum.
Hermenninir, sum komu til Føroya tvey tey fyrstu krígsárini, vóru allir úr Skotlandi, og tá teir fóru avstað aftur á sumri í 1942, fóru fleiri føroyskar gentur við, og tær búsettust allar í Skotlandi.
Jógvan Páll Johannesen hevur staðið fyri teknikkinum og lagt til
rættis hava Bergljót D. Hentze og Dagmar Joensen-Næs.


