Myndlist í Føroyum

Myndlist í Føroyum (5:11)
26-05-2020
Føroysk røð frá 2002

Ingálvur av Reyni og Ruth Smith eru tvey av fremstu føroysku listafólkunum. Ongin føroyskur listamaður hevur vegað gøtur og flutt mørk sum Ingálvur av Reyni.

Fyri honum er tað at vera listamaður tað sama sum støðugt at leita nýggjar leiðir. Fyrst í 1960árunum sýndi hann á fyrsta sinni fram málningar, ið kunnu rópast abstraktar kompositiónir.

Ruth Smith var Føroya fremsti koloristur. Tey átta árini henni untist at arbeiða í Føroyum, málaði hon síni høvuðsverk. Ruth Smith var sera atfinningarsom móti sær sjálvari, og treyðugt sýndi hon fram. Listarliga stríð hennara var ein pínufull stremban eftir tí fullkomna.

Skrivað og lagt til rættis: Bárður Jákupsson.

Myndlist í Føroyum

Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.

Føroysk sendirøð frá 2001
24-06-2026
Føroysk røð frá 2002
07-07-2020
Føroysk røð frá 2002
30-06-2020
Føroysk røð frá 2002
23-06-2020
Føroysk røð frá 2002
16-06-2020
Føroysk røð frá 2002
09-06-2020
Føroysk røð frá 2002
02-06-2020
Føroysk røð frá 2002
26-05-2020
- føroysk røð frá 2002
22-05-2020
Føroysk sendirøð frá 2002
28-04-2020
Føroysk røð frá 2002
21-04-2020