Myndlist í Føroyum

Myndlist í Føroyum (7:11)
09-06-2020
Føroysk røð frá 2002

Frimod Joensen var Føroya fyrsti naivistiski málari. Hann var sjálvlærdur, og við óspiltari frásagnargleði endurgevur hesin litglaði málarin heiman av Sandi landslagið uttanum seg.

Veruleikin, sum hann fatar hann, skal uttan hóvasták endurgevast eins beinleiðis og hann verður uppfataður. Frimod málaði eisini ein hóp av sjálvsmyndum. Hjá honum var onki myndaevni ov banalt. Hann málaði sítt svára einsemi, sín longsul og sínar dreymar.

Í sendingini skulu vit millum annað eisini hoyra um tveir listamenn úr Mikladali, Hans Hansen og Fridtjof Joensen. Hans var í Íslandi undir krígnum og lærdi til húsamálara. Tá hann sá málningarnar hjá stóra íslendska listamanninum Kjarval, gjørdi hann av at vera listamálari.

Fridtjof Joensen var maskinmeistari. Hann sigldi við trolara og arbeiddi síðani sum smiður. 47 ára gamal tók hann ta óvanligu avgerðina at fara á myndahøggaraskúlan á kunstakademiinum í Keypmannahavn. Í mongum bygdum og býum í Føroyum kann man í dag síggja hansara standmyndir og framskornu myndir.

Myndlist í Føroyum

Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.

Føroysk sendirøð frá 2001
24-06-2026
Føroysk røð frá 2002
07-07-2020
Føroysk røð frá 2002
30-06-2020
Føroysk røð frá 2002
23-06-2020
Føroysk røð frá 2002
16-06-2020
Føroysk røð frá 2002
09-06-2020
Føroysk røð frá 2002
02-06-2020
Føroysk røð frá 2002
26-05-2020
- føroysk røð frá 2002
22-05-2020
Føroysk sendirøð frá 2002
28-04-2020
Føroysk røð frá 2002
21-04-2020