- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndlist í Føroyum
Hóast myndevnini vóru einføld og lítillatin, so vísti Steffan Danielsen í sínum málningum, at hann hevði ein serligan ans fyri litbrøgdunum í føroysku náttúruni. Nólsoyingurin brúkti ein sermerktan grátónastíl, sum hevði dám av einum reinleika og frískleika og einum opnum sinni.
Í sendingini hoyra vit eisini um Zacharias Heinesen úr Havn, sum í sínum málningum, leggur stóran dent á, at myndaflatan fær sítt egna yðjandi lív, har litfagrir litir renna saman í eina samljóðandi heild. Zacharias Heinesen var fyrsti føroyingurin, sum gekk á listaskúla í Íslandi.
Arnold Vegghamar av Viðareiði málar eisini landsløg. Hansara málingastrok eru stutt og friðleys. Teir litsterku málningarnir eru á tremur við ógvusligum rørslum, sum hótta við at spreingja myndarammuna.
At enda í sendingini hoyra vit um Tummas Arge úr Havn, sum upprunaliga var timburmaður. Hann fekk síðani útbúgving á listaakademiiunum í Keypmannahavn, men hann doyði einans 35 ára gamal. Málningarnir eftir hann fingu við sínum nýskapandi og listarliga dirvi stóran týdning fyri føroysku myndlistina.
Bárður Jákupsson legði til rættis.

Myndlist í Føroyum
Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.










