Myndlist í Føroyum

Myndlist í Føroyum (10:11)
30-06-2020
Føroysk røð frá 2002

Hóast tey flestu føroysku listafólkini arbeiða við einum abstraktum myndamáli, so benda formar og rørslur í málningunum og myndum annars javnan aftur á náttúruna.

Í sendingini hitta vit millum onnur Astrid Andreasen úr Vestmanna, ið arbeiðir við ull. Við ljósa- og myrkamorreyðum, hvítum og plantulitaðum tógvi skapar hon mangan í sínum teppum eitt afturljóð av náttúruni.

Jóna Rasmussen úr Havn roynir nýggjar leiðir í sínum grafikki. Ofta verða samansett grafisk tøkni brúkt til at gera eina mynd. Myndamál hennara er í stóran mun abstrakt.

Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen á Eiði hevur funnið seg sjálva í einum ímyndandi stíli, har hennara trúarliga sinni fær andarúm. Í symbol-løddum og surrealistiskum lýsingum tekur hon teir stóru tilveruspurningarnar upp til viðgerðar.

Kári Svensson er heldur onki undantak. Ofta fær áskoðarin eina kenslu av bjargalendi við klettum, rókum og drongum.

Olivur við Neyst úr Klaksvík hevur hinvegin førkað seg nærri tí bygda umhvørvinum. Í hansara málningum savnast linjur í húsaveggjum og tekjum í kubistiskari, stundum kaleidoskopiskari kompositión.

Torbjørn Olsen úr Havn er tann málarin síðan Mikines, ið hevur gjørt mest við at mála andlitsmyndir. Í málningum hjá Torbirni er mangan ein djúpur litur, ið liggur sum botnur um allan flatan. Aðrir litir, ið verða settir omanyvir, fáa nakað av botnlitinum í seg. Hendan kolorisman kemur serliga fram í kraftfullu litkompositiónum, har myndevnið er útsýnið yvir Vestaravág.

Lagt til rættis: Bárður Jákupsson.

Myndlist í Føroyum

Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.

Føroysk sendirøð frá 2001
24-06-2026
Føroysk røð frá 2002
07-07-2020
Føroysk røð frá 2002
30-06-2020
Føroysk røð frá 2002
23-06-2020
Føroysk røð frá 2002
16-06-2020
Føroysk røð frá 2002
09-06-2020
Føroysk røð frá 2002
02-06-2020
Føroysk røð frá 2002
26-05-2020
- føroysk røð frá 2002
22-05-2020
Føroysk sendirøð frá 2002
28-04-2020
Føroysk røð frá 2002
21-04-2020