- Tíðindi, mentan og ítróttur
O, móðurmál
Uppi í hesari frásøgn er eisini søgan um, hvussu føroyingar fóru at vita meira til sín mentanarliga og tjóðskaparliga. Nortið verður við týðandi tilburðir í málsøgu okkara farnu øldirnar, og sagt verður frá teimum, sum vóru undangongufólk í stríðnum fyri føroyska málinum.
Í hesum fyrsta partinum taka vit okkum fram til 1905. Vit hoyra um royndirnar hjá V.U. Hammershaimb at evna til eitt føroyskt skriftmál, og um tjóðskaparvekingina millum føroyingar í útisetu og heima í Føroyum seint í 1800-árunum.

O, móðurmál
Føroysk sendirøð í trimum pørtum, ið lýsir søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag.
Málfrøðingar, søgumenn, rithøvundar og onnur greiða frá. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.

