- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sámarnir
Onnur sendingin úr Sámalandi viðger tjóðskaparligu støðuna hjá sámunum. Norski staturin hevur í øldir miðvíst roynt at beina fyri sámiska málinum og mentanini. Tá myndugleikarnir í Oslo í 1979 setti sær fyri at byggja eina risastóra byrging um Alta-ánna mitt inni í sámiska kjarnuøkinum, vaknaðu sámarnir og fóru at stríðast av øllum alvi móti byggingini. Sámarnir taptu stríðið um Alta-ánna, men uppreisturin gjørdist byrjanin til endurreisnina av sámisku mentanini. Í sendingini hitta vit m.a. borgarstjóran í Porsanger kommunum, Áslu Eriksen, ið er ættað úr Vági. Í Porsanger kommunu búgva nógvir sámar, men norska kúgingarherferðin hevur havt við sær, at ein stórur partur av teimum ikki vil kennast við uppruna sín.
Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Dagmar Joensen-Næs. Upptøkur og sett saman: Bjarni Rubeksen.

Sámarnir
SvF vitjaði í mai mánað í 1992 í Finnmørkini, har meirilutin av fólkinum er sámar. Í sámabygdunum Kautokeino og Karasjok inni á Finnmarksvíddini hava sámarnir megnað at varðveitt teirra gamla samfelag og mentan. Men sámarnir ráða ikki í egnum landi, og norskar lógir og skipanir hava havt broytingar við sær, ið nú hótta reinsdjóravinnuna og harvið sámisku mentanina. Sámarnir komu fyrst til Sámaland, og teir krevja rættin til landið og tilfeingið. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Bergljót D. Hentze. Staðið fyri upptøkum og sett saman: Bjarni Rubeksen.


