Slóðin

Slóðin 1:3
06-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998

Fyrsta sendingin er um ein sorgartilburð fyrst í fimtiárunum í Vestmannasundi, tá tveir bátar rendu saman. Í tí eina bátinum vóru sjey mans, allir úr somu bygd. Hesin báturin sakk, og seks mans spurdist ikki aftur. Sjeyndi maðurin varð bjargaður.

Lagt til rættis: Grækaris Djurhuus Magnussen 

Slóðin

Í hesum trimum sendingunum frá 1998 fara vit aftur í tíðina til tilburðir av ymsum slag.
Og sum heitið sigur, so fara vit á slóðina hjá hesum somu tilburðum. Vit fara eisini á slóðina hjá føroyingum, sum fyri nógvum árum síðani fluttu úr Føroyum, og sum ongin síðani hevur hoyrt frá - ella har familja o.o. lítið og onki vita um lívið, sum viðkomandi livdi langt úti í heimi. 

- føroysk sending frá des. 1998
18-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998
14-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998
06-12-2017