Slóðin

Slóðin 2:3
14-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998

Seinna sendingin gongur fyri seg í 1920, tá ein føroyingur fór til Danmarkar á kristnan háskúla. Hann var trúlovaður, áðrenn hann fór, og tey bæði skuldu giftast, tá hann kom heimaftur árið eftir. Men ólukkutíð, gentan fann sær ein annan, meðan drongurin var í Danmark, og hon giftist í staðin
nýggja dronginum. Føroyski háskúladrongurin var so illa við av berari hjartasorg, at hann fimm ár seinni rýmdi til Kanada - uttan at hava verið í Føroyum ímillum.

Lagt til rættis: Grækaris Djurhuus Magnussen 

Slóðin

Í hesum trimum sendingunum frá 1998 fara vit aftur í tíðina til tilburðir av ymsum slag.
Og sum heitið sigur, so fara vit á slóðina hjá hesum somu tilburðum. Vit fara eisini á slóðina hjá føroyingum, sum fyri nógvum árum síðani fluttu úr Føroyum, og sum ongin síðani hevur hoyrt frá - ella har familja o.o. lítið og onki vita um lívið, sum viðkomandi livdi langt úti í heimi. 

- føroysk sending frá des. 1998
18-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998
14-12-2017
- føroysk sending frá des. 1998
06-12-2017