- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spískamarið
Matur, fólk og náttúra - tað er sonn matgleði. Tað er Spískamarið, vælkomin!
"Spískamarið" er matsending við Gutta Winther, sum er kokkur og vertur. "Spískamarið" leggur dent á allar tær góðu rávørurnar, sum eru í okkara oyggjum.
Sí eisini: Uppskriftir: Spískamarið í Saksun
Saman við Gutta uppliva vit umhvørvið og fólkini kring hesar ómetaliga góðu rávørur, samstundis sum Gutti gevur hyggjaranum nýggjan íblástur til, hvussu tað á ein einfaldan hátt kann fáast nakað øðrvísi burtur úr føroyskum mati.
Hesa ferð gongur leiðin til Saksunar, har Gutti vitjar Pollin og fær sær góðan føroyskan krækling. Eisini spælir Gutti sær við ymiskum urtum, eitt nú verður snapsur við søtum urtakervli og hvonn evnaður til.
Lagt til rættis: Pætur Marjunarson Dahl

Spískamarið
So er Spískamarið aftur á ferð! Og hesuferð snýr tað seg um føroyska landbúnaðin. Í fýra nýggjum sendingum vitjar Spískamarið bø og garðar kring Føroyar fyri at kanna, hvussa alt byrjaði, hvussu tað gongur í dag, og hvussu framtíðin fer at síggja út.
NB! Sendingarnar eru upptiknar í 2020/2021 undir koronutíðini. Nógv er hent síðani tá, og tí kann tað koma fyri, at summi fólk ikki gera tað sama í dag, sum tey gera í sendingunum. Hinvegin er matgleðin enn tað sama, sum hon altíð hevur verið - Sonn matgleði!




