- Tíðindi, mentan og ítróttur
Syngið við
Syngið við í Sumba
31-12-2002
31-12-2002
Sumbingar syngja nýggja árið inn í bygdahúsinum í Sumba. Eli Poulsen og Rúni Lisberg skipa fyri at fáa sumbingarnar og okkum heima í stovunum at syngja við. Poul F. er sjálvandi á skránni umframt sangir, sum hava tilknýti til Sumba. Og inn í millum koma allir hinir sangirnir, sum vit kenna so væl.

Syngið við
Sendingin verður tikin upp í bygdarhúsum kring landið, har umleið 50 fólk verða savnað til at skapa nýggjárshýr í november mánaði.
Syngið við varð á fyrsta sinni sent í 1989 til 2009, og hevur síðani 2018 verið í sjónvarpinum nýggjársaftan.
Tórður Mikkelsen er vertur.







