Tíðarinnar bakspegil

Tíðarinnar bakspegil: Um árið 1982
16-12-2012
Sigurfarið bjargar sovjetiskum sjómonnum við New Foundland, Discoteque Dallas letur upp, og fyrsta vindmyllan verður framleidd í Føroyum

Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránnað og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og Per á Hædd fer til verka sum reklamufotografur. Í sendingini hoyra vit Johnsigurd Johannesen, Hilmar Kass, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Mikkjal Olsen, Martin Mouritsen, Leif Láadal, Per á Hædd, Niels Juel Arge, Petur Frederik Rosing, Jógvan Arge, Karin Joensen, Gunnar Hoydal, Christian Risager, Birgir Enni, eins og brot úr einari ørgrinnu av útvarpssendingum frá áttati- og nítiárunum, alt kryddað við tónleikabitum frá 1982. Samrøðurnar við Mikkjal Olsen, Per á Hædd, Jógvan Arge, og Birgir Enni kunnu hoyrast í fullari longd á longdu og serligu netvarpsútgávuni av hesari sending. Umframt frásøgnina í hesari sending, her greitt verður frá um hendingina, tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum, sigur Mikkjal Olsen í netvarpsútgávuni eisini frá um tá eldur kom í Sigurfarið dagin eftir skipið varð komið á Klaksvík, um tá tríggjir av sovjetisku sjómonnunum vitjaðu í Føroyum í 2003, og um orsøkina, ið hevur verið nevnd sum grundgeving fyri at sovjetisku sjófólkini ikki vildu fara av skipinum.

Tíðarinnar bakspegil

Savnssending

 

Tíðarinnar bakspegil varpar ljóð á okkara nútíðarsøgu. Við brotum úr søgusavni Kringvarpsins, nýggjum samrøðum, ljóðbitum og tónleiki lýsa vit eitt ár í senn.

Føroyska vallógin verður broytt, farið verður til løgtingsval, og vindmylla verður sett upp á Tvøroyri
19-10-2012
Vælferðarvísur og Veðraplátan koma út, og ógvuslig sprongivanlukka er í Havn
14-10-2012
Netvarpsútgáva við nógvum eykatilfari. Í sendingini minnast vit eitt nú krímsóttina Hong Kong og flogvanlukkuna í Mykinesi
09-10-2012
Tann sonevnda Hong Kong-krímsóttin herjar í Føroyum, og flogfarið úr Kastrup dettur niður í Mykinesi
07-10-2012
Apotekið í Havn flytur, nýtt ellis- og røktarheim verður tikið í nýtslu á Tvøroyri, og ætlanir eru um konserveringsvirki í Sandavági
05-06-2012
Vinnararnir av arkitektakappingin um Norðurlandahús í Føroyum eru funnir, og Sumbiar Dansifelag fær Europaheiðursløn
30-05-2012
Komið øll við merkir eitt nýtt rák innan føroyskan tónleik, nú Straight Ahead gevur út sína fyrstu singleplátu.
22-05-2012
Býlingurin Tórsbyrgi verður bygdur, og Skálaberg, Nónhamar, Karina og Kristina Logos koma til landið
15-05-2012
200 fjórðingar fiskimarkið samtykt, Vaktar- og Bjargingartænastan stovnað, og postverkið yvirtikið
08-05-2012
Tórshavnar Skipasmiðja letur triðju bilferjuna til Hetlands, og tveir næmingar á Studentaskúlanum fáa onki prógv, tí teir sýta fyri at tosa danskt
24-04-2012
Als verður stovnað, Rúsan letur upp, mvg?ið verður samtykt, lønarlækking, Dagblaðið fer av knóranum, og syndarlig tyrluvanlukka á Borðoyavík.
17-04-2012
6. oktober 1992 er ímyndin av føroysku búskapartrupuleikunum í 90?unum, tá eitt nú Sjóvinnubankin og Føroya Banki vóru um at fara av knóranum
13-04-2012