- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðarinnar bakspegil

Í serligu netvarpsútgávuni fáa vit samrøðurnar við Mikkjal Olsen, skipara á Sigurfarinum, Per á Hædd, myndamann, Jógvan Arge, útvarpsmann, og Birgir Enni, stigtakara til fyrstu føroyskt framleiddu vindmylluna, í fullari longd.
Umframt frásøgnina, um tá Sigurfarið bjargaði sovjetisku sjómonnunum, sigur Mikkjal eisini frá um tá eldur kom í Sigurfarið dagin eftir skipið varð komið á Klaksvík, um tá tríggjir av sovjetisku sjómonnunum vitjaðu í Føroyum í 2003, og um orsøkina, ið hevur verið nevnd sum grundgevingin fyri at sovjetisku sjófólkini ikki vildu fara av skipinum.
Eisini eru eitt nú fleiri stutt tíðindabrot um fiski- og sjóvinnu í 1982, eins og ein stutt frásøgn um harðmæltar menn, tá grindaformaður skuldi veljast í Havn.
Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um árið 1982, er eitt nú at politiska støðan er sera spent, svimjihøllin í Havn verður tikin í nýtslu, hvønn týdning nýggju útvarpshúsini hava havt fyri útvarpsskránna og sendingarnar, nú seinra byggistig verður tikið í nýtslu í 1982, og Per á Hædd fer til verka sum reklamufotografur.
Í sendingini hoyra vit Johnsigurd Johannesen, Hilmar Kass, Jógvan Sundstein, Paula Ellefsen, Óla Breckmann, Mikkjal Olsen, Jógvan Ranghamar, Trygva Johansen, Poul Mohr, Birgir Danielsen, Martin Mouritsen, Leif Láadal, Per á Hædd, Niels Juel Arge, Petur Frederik Rosing, Jógvan Arge, Karin Joensen, Gunnar Hoydal, Christian Risager, Birgir Enni, eins og brot úr einari ørgrinnu av útvarpssendingum frá áttati- og nítiárunum, alt kryddað við tónleikabitum frá 1982.

Tíðarinnar bakspegil
Savnssending
Tíðarinnar bakspegil varpar ljóð á okkara nútíðarsøgu. Við brotum úr søgusavni Kringvarpsins, nýggjum samrøðum, ljóðbitum og tónleiki lýsa vit eitt ár í senn.
