- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðarinnar bakspegil

Av øðrum hendingum, ið verða umrøddar í hesari sendingini um búskap og vinnulív í 1980, eru marknaðaútlitini fyri føroyskum fiskaútfluttningi, nýggja ísvirkið hjá Bacalao, roykivirkið Samfisk í Havn, nýggja flakavirkið á Strondum, og ein ørgrinna av tíðindastubbum um føroyska fiskivinnu og vinnulív ? alt kryddað við góðum tónleikabitum vit minnast frá 1980. Vit hoyra Johnsigurd Johannesen, Kristionnu Jespersen, Leiv Hansen, Jógvan Jespersen, Jógvan Sundstein, Niels Skak Nielsen, Birgir Danielsen, Heðin Klein, Arna Poulsen, Marner Simonsen, Sandur Danielsen, Trygva Johansen, Svend Thulesen, Óla Jacobsen, Ture Samuelsen, Kjartan Hoydal, Svend Aaga Ellefsen, Ludvíg Ryggstein, og Knút Háberg.

Tíðarinnar bakspegil
Savnssending
Tíðarinnar bakspegil varpar ljóð á okkara nútíðarsøgu. Við brotum úr søgusavni Kringvarpsins, nýggjum samrøðum, ljóðbitum og tónleiki lýsa vit eitt ár í senn.
