Úr søgu føroyinga í Íslandi

Tey settu búgv 2:3
15-11-2025
- føroysk sending frá 1993

"Úr søgu føroyinga úr Íslandi" Í 50unum vóru ringar tíðir í Føroyum, men í Íslandi var ov mikið av arbeiði bæði á sjógvi og landi. Íslendingar vóru grammir at fáa føroyingar við fiskiskipum sínum og at arbeiða á fiskavirkjum, í byggiídnaði, á gistingarhúsum, bóndagørðum og aðrastaðnu. Fleiri av teimum, ið fóru til Íslands at arbeiða í 40unum og 50unum, settu búgv har. Tey eru íslendskir ríkisborgarar, men føroyska upprunan ber ikki til at tveita av sær.

Úr søgu føroyinga í Íslandi

Fleiri ungfólk rýma nú aftur til Íslands undan arbeiðs- loysinum heima í Føroyum. Enn er nógv arbeiði á fleiri flakavirkjum, og boð eru eftir føroyingum at koma við íslendskum fiskiskipum. Men íslendingar eru eisini farnir at merkja fiskivinnukreppuna, og øll eru ikki glað fyri, at føroyingar koma til Íslands at arbeiða. Lagt til rættis: Bergljót D. Hentze og Dagmar Joensen-Næs.

- føroysk sending frá 1993
22-11-2025
- føroysk sending frá 1993
15-11-2025
- føroysk sending frá 1993
08-11-2025