- Tíðindi, mentan og ítróttur
Urtagarðurin
Úr savninum: Urtagarðurin II (9:10)
20-06-2022
- føroysk urtagarðsrøð frá 2004
>Urtagarðurin í kvøld er farin út um girðingina, og vit eru á Vaglinum í Tórshavn, har tey kendastu trøini í landinum munnu standa. Nógv munnu hava gingið undir teimum, tá ólavsøka hevur verið. Vit hava fingið landsskógarvørðin, Trónd Leivsson at koma við okkum at hyggja eftir nøkrum av teim elstu trøunum í miðbýnum. Sendingina gjørdu: Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.

Urtagarðurin
Føroysk urtagarðsrøð í fimm umførum frá 2003-2008. Í urtagarðinum verður ferðast kring landið og vitjað urtagarðar og tosað við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur
Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen gjørdu sendingina.










