William

Himinin brosar (3:5)
21-04-2022
Willian er nú vorðin listarmaður burturav. Hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Í 1965 verður hann heiðraður við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins

Fyrst í fimtiárunum fer Heinesen-handilin í Vágsbotni av knóranum. William má nú bjarga sær sum frægast. Myndlistin var honum nú hent, tí væl lá fyri at selja málningar og pastellmyndir. Men bøkur hansara verða nú lisnar í so nógvum londum, at hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Hann fer at skriva stuttsøgur, og tær verða ikki minni fagnaðar enn skaldsøgurnar. William er eftir fáum árum vorðin víðagitin rithøvundur, og í ummælum verður hann róstur til skýggja og mettur saman við fremstu rithøvundar úti í heimi. William eftirlíkar at skriva leikrit til film, sum danski leikstjórin Erik Balling fer undir, men tann royndin eydnast minni væl.

Samstundis hevur hann í gerð stóra skaldsøgu, "Det gode håb", sum hann í 1965 verður heiðraður fyri við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Hann verður limur av Danska Akademinum og varpar skærar og kátar litir á fundirnar hjá hesari háttvirdu samkomu. Tveir av guddómligu máttunum, ið hann sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir. Gratiurnar - musurnar - trøllagenturnar - hava øll árini veitt honum listarligan íblástur.

Og nú hann er farin um tey sjeyti, stígur hin veruliga Afrodite undan kavi. 

William

Skaldskapur William Heinensens er týddur til fleiri enn tjúgu ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.

Í dag er hann ein tann mest víðagitni føroyski rithøvundurin. 

Men William var ikki bara rithøvundur. Hann teknaði og málaði, klipti og smíðaði tónleik.

Tað hendi so nógv spennandi í æviskeiðnum hjá Williami Heinesen, at Suni Merkistein og Hans Petur Hansen settu sær fyri at dokumentera hann frá vøggu í grøv.

William er komin upp í ellisár, tá stóru viðurkenningarnar koma. Heiðursborgari, Sonning-virðisløn og líkt er til, at sjálvt Nobel-virðislønin stendur honum í boði
05-05-2022
Tveir av guddómligu máttunum, ið William sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir
28-04-2022
Willian er nú vorðin listarmaður burturav. Hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Í 1965 verður hann heiðraður við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins
21-04-2022
Í 30-unum brestur fyri nev hjá Williami. Hann hittir Lisu. Tey búsetast undir Varða og fáa tríggjar synir.
17-04-2022
Sagt verður frá barna- og ungdómsárum Williams í Havn og Keypmannahavn. Keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum.
14-04-2022