- Tíðindi, mentan og ítróttur
William
Aldur bítur ikki rættiliga á hjá Williami. Listarligi login slóknar ikki, sum hann eldist, men lýsir støðugt bjartur. Hin innari login kólnar heldur ikki. Alskurin til kvinnuna stendur við. Musurnar fylkjast um hann. Tað er, sum dukar ein lívsjáttandi máttur innan í honum upp í ellisár. Yndismusan, Else Lidegaard, sum hevur skrivað bók um seg og William, sigur frá serstaka vinarlagnum teirra millum.
Tá William um sjeyti ára aldur gevst at yrkja og smíða tónleik, tekur hann upp nýggjan skapandi tátt; klippini. Yngri tónlistamenn leita sær íblástur úr hansara tekstum, fleiri av plátunum, sum felagið Tutl gevur út, anda av williamskum skaldskapi. Í Føroyum verða fleiri av søgum hansara settar upp á palli - abbadóttirin Lisa, ið sjálv er farin listaligu leiðina, kemur heim at vera búnasniðgevi, tá leikurin um Móðir Sjeystørnu verður framførdur.
William er uppi í friðargongum móti vápnakappdubbingini í 80-unum, og tað er brenni á bálið hjá teimum, sum halda, at hann er ov vinstrahallur. Best sum fleiri eru farin at halda, at hann er slóknaður sum rithøvundur, tekur hann øll á bóli. Nakrar av perlunum koma nústani. Fyrst "Tornið á heimsins enda", og sum 85 ára gamal letur hann okkum seinasta meistaraverkið: Laterna Magica.

William
Skaldskapur William Heinensens er týddur til fleiri enn tjúgu ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.
Í dag er hann ein tann mest víðagitni føroyski rithøvundurin.
Men William var ikki bara rithøvundur. Hann teknaði og málaði, klipti og smíðaði tónleik.
Tað hendi so nógv spennandi í æviskeiðnum hjá Williami Heinesen, at Suni Merkistein og Hans Petur Hansen settu sær fyri at dokumentera hann frá vøggu í grøv.




