Ymisk lív

Ymisk lív 1
01-01-2016
Tvær kvinnur - tvey lív.

Tvær kvinnur - tvey lív. Tær eru báðar føddar í Føroyum í 1920-árunum. Fía Pedersen í Vestmanna og Astrid Miðskar úti í Svínoy. Tær koma báðar úr tryggum heimi og úr stórum systkinaflokki. Fortreytirnar fyri, at tær báðar fingu eitt lív, sum var líkt, vóru til staðar, men lagnan vildi tað øðrvísi. Í sendingini hitta vit Fíu og Astrid, har tær eru í dag (2005).

Astrid býr í Keypmannahavn og henni dámar list, vistfrøðiligan mat og gott vín. Sum ung valdi hon at fáa sær útbúgving og fara út at leggja verðina undir seg. Hon hevur m.a. arbeitt sum sjúkrasystir í Berlin og París, og hon hevur eisini búð í Afrika í 3 ár. Fía, harafturímóti, býr framvegis í Vestmanna, og har hevur hon tað allarbest. Hon gongur í elsta bindiklubbanum í Føroyum og umframt at binda, so flenna tær hart næstan alla tíðina. Fía gongur eisini á bingo og vil helst møta upp hvørja ferð, bingo er í Vestmanna.

Sendingin "Tvær kvinnur - tvey lív" lýsir, hvussu ymisk tilboðini í lívinum eru, og hvussu ymiskt vit taka ímóti avbjóðingum.

Sending frá 2005. Gjørt sendingina hava: Barbara Samuelsen, Hans Petur Hansen og Thomas Koba.

Ymisk lív

Føroysk sendirøð gjørd í 2005-2007. Ymisk lív varpar ljós á, hvussu ymiskir vit føroyingar eru.

Lagt til rættis: Barbara Samuelsen. Fotografur: Hans Petur Hansen. Klipt: Thomas Koba.

Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn. Annar er tónleikari, útvarpsvertur og undirheldur um næturnar - hin er prestur og virkin í missónsarbeiði
09-01-2016
Í sendingini hitta vit tvær ymiskar kvinnur. Onnur í Gásadali og hin á Tvøroyri
08-01-2016
Í Ymiskum lívi hesa ferð hitta vit tveir menn, sum báðir eru fyrst í fimtiárunum. Teir búgva og arbeiða í Havn, men har steðgar líkheitin eisini
07-01-2016
Í sendingini hitta vit tveir ymiskar menn.
06-01-2016
Tvær kvinnur, tvey lív.
05-01-2016
Ymisk lív hittir hesa ferð tvær kvinnur við ógvuliga ymiskum lívsstíli og lívsáskoðan.
03-01-2016
Hvussu skulu tey síðstu árini vera? Spurningurin verður einaferð aktuellur hjá okkum øllum.
02-01-2016
Tvær kvinnur - tvey lív.
01-01-2016