- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndlist í Føroyum
Í 1933 málaði ein 15 ára gamal hegnigur leirvíksdrongur, Jóannis Kristiansen, eina vakra vatnlitamynd av heimbygdini. Sum ungur fór hann til Keypmannahavnar, og í 1944 kundi hann byrja á kunstakademinum.
Sum frá leið gjørdist hann kendur í Føroyum sum Leirvíksmálarin. Hóast hann var útiseti burturav, so kendi hann seg tætt knýttan at føroyskari náttúru - serliga barndómsins landsløgum.
Elinborg Lützen úr Klaksvík er helst tað listafólkið, sum mest hevur víst okkum á tað mýtisku megina, ið býr í føroyska landslagnum. Við pennatekningum sínum tulkar hon ta føroysku náttúruna sum ævintýranna heimstaður.
Í 1957-58 fór hon av álvara at arbeiða við grafikki. Hon skapti síni listarligu stórverk við linoskurðum. Í sendingini hoyra vit eisini um eitt nú Marionnu Matras og William Heinesen.
Hugflogið hjá Williami var óavmarkað. Hann var skrivandi maður, og metti myndlistina sum eitt kærkomið ítriv, men gávuríkur sum hann var, hevur hann skapað stórverk eisini á hesum øki.

Myndlist í Føroyum
Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.










