Myndlist í Føroyum

Myndlist í Føroyum (9:11)
23-06-2020
Føroysk røð frá 2002

Havið hevur alstóran týdning fyri Trónd Patursson. Hann hevur siglt um øll havsins høv, og føddur og uppvaksin nær mølini við sugguna í Kirkjubø hevur hann í sær stórhavsins andadrátt. Listarligu útbúgving sína fekk hann í Keypmannahavn, Voss og Oslo.

Náttúran sæst ofta aftur í listini hjá honum. Hav og klettur og ørandi bjørg undir rekandi skýggjum hómast í tí at síggja tilvildarliga streyminum av rennandi litum. Hjá Maritu Nattestad eru litir og formar heilt óbundnir av nøkrum líkskapi við náttúruna.

Málningar hennara skulu ikki lýsa hugløg, ið hava samband við landsløg ella ítøkilig myndevnir. Kvinnan á Skipanesi er hinvegin ein av okkara fáu abstrakt-ekspressionistisku málarum.

Í sendingini hitta vit eisini Amariel Norðoy, sum er ein av teimum listamonnunum, ið gera nógv burturúr einum føstum tema. Eyðvitað verða myndirnar ikki eins kortini, sjálvt tað mest einfalda myndevnið kann verða til túsund ymiskar myndir.

Amariel hevur útbúgving av listaakademiinum í Keypmannahavn, bæði á málaraskúla og grafiskum skúla. Eyðun av Reyni tekur støði í tí litríka koloristiska landslagsmálarínum, ið eyðkennir føroyska málningalist eftur kríggið.

Myndamálið abstraherar frá tí ítøkiliga, tó er temaið fram um onnur mangan bygdin við havið undir tí stóra fjallinum.

Myndlist í Føroyum

Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.

Føroysk sendirøð frá 2001
24-06-2026
Føroysk røð frá 2002
07-07-2020
Føroysk røð frá 2002
30-06-2020
Føroysk røð frá 2002
23-06-2020
Føroysk røð frá 2002
16-06-2020
Føroysk røð frá 2002
09-06-2020
Føroysk røð frá 2002
02-06-2020
Føroysk røð frá 2002
26-05-2020
- føroysk røð frá 2002
22-05-2020
Føroysk sendirøð frá 2002
28-04-2020
Føroysk røð frá 2002
21-04-2020