- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Summarmorgun
10-07-2026
Benjamin Djurhuus um nýggja útgávu, Bon Jovi konsert, 45 síðani útvarpið flutti og Vestanstevnuna.
Benjamin Djurhuus hevur latið nýggja útgávu út. Finnur Koga hittir Benjamin til eitt prát um sangir og útgávuna.
Sangarin Bon Jovi hevur ikki verið á pallið í 4 ár, tí røddin hevur bilað, men týskvøldið helt hann konsert í Madison Square Garden. Fríðin Ziskason, sum hevur verið til 27 konsertir hjá Bon Jovi var til konsert í New York.
Fyri 45 árum síðani sløkti Marius Rein útvarpspultin niðri á Bryggjubakka og nýggi pulturin tók yvir uppi í Sortudíki. Finnur Koba hevur hitt Marius til eitt prát um Bryggjubakka og skiftið.
Og Vestanstevna er um vikuskiftið. Vit tosa við fyriskiparan Kristinu Mouritsen.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Í Reykjavík hava tey Kjarvalsstaðiir eftir listamannin Kjarval. Í Havn átti Steinatún at verið gjørt til Ingálvsstaðir eftir Ingálv av Reyni, sigur veteranur í Listafelagnum
11-08-2026
