Summarmorgun

Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn
11-08-2026
Í Reykjavík hava tey Kjarvalsstaðiir eftir listamannin Kjarval. Í Havn átti Steinatún at verið gjørt til Ingálvsstaðir eftir Ingálv av Reyni, sigur veteranur í Listafelagnum

Í Listafelag Føroya eru tey sera væl nøgd við stóru framsýningina Listating, sum var í Steinatúni í miðbýnum í Havn um ólavsøkuna og eina viku aftaná. Hon varð óvanliga væl vitjað.


Tað bar ikki til at hava ólavsøkuframsýningina sum vantligt uppi í Listaskálanum, tí skálin verður umbygdur. Við vælvild frá kommununi sluppu tey inn í Steinatún, sum er gamli Føroya Banki og sum Tórshavnar Kommuna nú eigur.


Pál Weihe, næstformaður í Listafelag Føroya, sigur, at tað gekk nógv betri enn tey høvdu væntað og vónað. Óvanliga nógv fólk stukku inn á gólvið, og tey í Listafelagnum vóru sera væl nøgd við arbeiðið hjá Edvardi Fuglø at skipa framýningina, sum var í trimum hæddum í húsinum. Hvør hæddin hevði sín lit og tað vóru litirnir í føroyska flagginum.


-Endamálið var at byggja brýr, bæði millum aldursbólkarnar og millum listafólkini, sum hava verið í stríði. Tað eydnasti, tí øll tey bodnu tóku av, sigur ein væl nøgdur Pál Weihe.


Ein patur av umsitingini hjá Tórshavnar Kommunu hevur verið í bygninginum, men tey fluttu út tí hann lak og har var eisini blámusoppur Kommunan, sum eigur Steinatún, hevur ikki tikið støðu til hvat bygningurin skal brúkast til í framtíðini. Men tað er eingin ivi hvat Pál Weihe heldur. Hann hevur eitt ítøkiligt uppskot.


-Í Reykjavík t.d. hava tey býarsavnið Kjarvalsstaðir, sum eitur eftir mæta listamanninum Jóhannesi S. Kjarval. Vit tilkomnu og eldru minnast øll okkara mæta listamann Ingálv av Reyni, sum gekk í havnargøtum og tók húgvuna av høvdinum fyri hvørjum menniskja hann møtti. Hann var ein býarmynd. Tað hevði verið virðiligt at havt Steinatún sum eitt listasavn fyri býin og kallað tað Ingálvsstaðir, sigur Pál Weihe.


Tú kanst hoyra samrøðuna við Pál Weihe her.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
28-08-2026
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
28-08-2026
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal verða eitt ár umborð
28-08-2026
Logos Hope, Gissur Patursson og gomlu stálbondini, og Suðurljóð á Tvøroyri
28-08-2026
Vit vitja umborð á Logos Hope, fáa vitjan av Bodil Meisner,og fara á gátt hjá Hjalta Poulsen
28-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
28-08-2026
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
27-08-2026
Vit hava brúk fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
27-08-2026
-Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
27-08-2026
Góður morguntónleikur, Norðfestivalur og veðurforsøgnin
27-08-2026
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
27-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
26-08-2026